VELKOMMEN TIL

KLAKSVÍK

PARK BY EVOKE - Ein hugnalig, fjálg og professionel hárfríðkanarstova við royndum hárfríðkarum, sum allatíðina menna og flyta seg fram á kreativu leiðini, soleiðis at hársniðini eru nútímans og dagførd.
Sum tann einasta í landinum hava vit eisini barbertilboð til menn, har eitt øki í salongini er sett av til tað.
Nú vit eru partur av Park konseptinum, hava vit tikið eitt stórt stig fram á grønu leiðini og bjóða nú bæði grønar og burðardyggar vørur og eina pantskipan, har tú kanst lata títt ílat inn til okkara og annaðhvørt fáa pantið aftur ella keypa nýggjan dunk, har pantið upp á 20 krónur verður mótroknað. Eisini hevur tú iðranarrætt í ein mánað eftir keyp. Tað vil siga, at um tær ikki dámar vøruna, kanst tú bera hana aftur og fáa eina aðra ístaðin.
Evoke bjóðar eisini skeið. Til ber at bíleggja barberskeið og skeið í damuklipping og liting. Setið tykkum í samband við Joan Vágsheyg og frættið meira um hendan møguleikan.

Evoke hevur meira 20 ár á baki og er mannað við royndum, professionellum og arbeiðssomum meistarum, sveinum og dugnaligum lærlingum, sum, umframt at duga handverkið væl, eisini tosa føroyskt, danskt, enskt, týskt og spanskt.

BOOK - +298 458001

TEAM





JOAN
EIGARI

HEIDI
SVEINUR

ASTA
SVEINUR

JOHILD
SVEINUR

VALERIN
LÆRLINGUR

PETRA
LÆRLINGUR

Åbningstider
mandag 9.00 - 17.00
tirsdag 9.00 - 17.00
onsdag 9.00 - 17.00
torsdag 9.00 - 20.00
fredag 9.00 - 17.00
lørdag 9.00 - 14.00
søndag Lukket

PARK By Evoke
58 Klaksvíksvegur
700 Klaksvík
TLF: +298 458001

Kundenbetreuung

Wenn Sie Hilfe zu einem Produkt benötigen, kontaktieren Sie uns bitte